Fótbóltur
Longu undan kappingarbyrjan var fyrsta FM-kappingin í fótbólti. Hendan var, tá Jákup á Borg skipaði fyri innandura-FM kapping, har fremstu fótbóltsfeløgini í landinum høvdu hvør sítt lið við.
Tey bæði fremstu liðini í kappinginin vunnu her kontantar vinningar, men ein treyt var áløgd teimum, sum tóku ímóti. Nevnliga at vinningurin skuldi nýtast til ungdómsarbeiðið í felagnum.
Og nú er eisini greitt, hvussu peningurin er nýttur. Klaksvíkingar gjørdist fremstir, og fyri hetta fingu teir ein kekk á 15.000 krónur. Tann peningurin varð nýttur til at endurnýggja bóltagoymsluna hjá yngru liðunum, soleiðis at hesi í ár hava verið serstakliga væl útgjørd á tí økinum. Júst bólturin er jú tað mesta grundleggjandi amboðið í fótbóltsspælinum, og hjá børnum og ungdómi er ein nýggjur bóltur mest sum at meta við nýggjan Mercedes-bil hjá pápanum.
Silvur vinnarar í kappingini gjørdust EB/Streymur, sum vunnu 5.000 kr. Har er avgjørt, at peningurin verður nýttur til ymisk tiltøk, sum eru tengd at sparkivøllunum, sum eru gjørdir í teirra øki, og vóna tey, at hetta kann styrkja enn meira um annars blómandi fótbóltsmentanina í økinum.
Tað var Jákup á Borg, sum skipaði fyri kappingini, og hann ætlar, at hetta verður afturvendandi táttur.
- Eg haldi, at kappingin var væl-eydnað, men nakrir lutir kunnu sjálvandi betrast. Beint nú er trupulleikin at fáa hallarpláss, og tí veit eg ikki, júst nær kappingin verður aftur, men tað kemur vónandi upp á pláss. Og uttan stuðlar ber tað so heldur ikki til. Seinast varð kappingin stuðlað av Føroya Banka, Føroya Bjór, 3’aranum og Sosialinum, og teirra hjálp í hesum skal avgjørt ikki undirmetast, sigur Jákup.