Nú er Viljormur bara ein dyst frá metinum

Í dysti nummar 180 hjá Viljormi Davidsen fyri Vejle endaði tað við málleysum javnleiki móti Randers FC

Viljormur Davidsen var liðskipari, og hann fekk ein tíma á vøllinum tá lið hansara, Vejle spældi javnleik 0-0 á heimavølli móti Randers FC í tí fyrru fjórðingsfinaluni í donsku steypakappingini.

Returdysturin verður spældur í Randers 10. mars. 

Talan var um kappingardyst nummar 180 hjá Viljormi á besta liðnum hjá Vejle.

Næstu ferð Viljormur sleppur á vøllin javnar hann metið hjá onglendinginum, Julian Barnett sum higartil hevur havt metið sum útlendingurin við teimum flestu kappingardystunum fyri Vejle. Julian Barnett var áleypari hjá Vejle millum 1983 og 1987, og tá spældi hann 181 kappingardystir fyri Vejle.

Kappingardystir eru almennir dystir í donsku landskappingini, donsku steypakappingini og dystir í evropeisku kappingunum. 

Nógvir dystir eru á skránni hjá Vejle. Longu sunnudagin tekur Vejle móti FC Nordsjællandi á Nørreskoven leikvøllinum í Vejle. 

So vóna vit, at Viljormur sleppur á vøllin sunnudagin, so metið longu kann verða tikið tá.