Tað er nú greitt, at arbeiðssteðgurin hjá pedagogunum er av, og at teir nú fara aftur til arbeiðis, eftir at hava verið heima í fimm vikur, tí ósemja er um lønina.
Tað er veruleikin, tí beint nú hava bæði Pedagogfelagið og Fíggjarmálaráðið góðtikið semingsuppskotið, sum varð lagt fram klokkan 10 í kvøld
Samráðst varð í gjár og í dag, og klokkan 10 í kvøld løgdu semingsmenninir eitt semingsuppskot fyri partarnar. Avtalan var, at teir skuldu svara á midnátt, men Terji Sigurðsson, semngsmaður, sigur, at tað er ikki óvanligt, at tað verður eitt sindur drúgvari enn ætlað.
Og tað varð tað eisini, men tað mann ikki bila, tí tá ið svarini komu, vóru tey positiv, tí allir partar hava nevniliga góðtikið semingsuppskotið og sostatt fara pedagogarnir nú aftur til arbeiðis.
Talan er um ein trý ára sáttmála. Men at tað dróg út hjá pørtunum at svara, kann valla tulkast øðrvísi, enn at hvørgin parturin hevur verið fegin um semingsuppskotið, tí arbeiðsgevararnir hava følt tað sum um at teir skulu rinda meiri í løn enn teir ætlaðu og pedagogarnir føla tað sum um at teir ikki hava fingið tað, teir ætlaðu.