Í hesum døgum verða trý nýggj sethús bygd samstundis í Trongisvági, og trý aftrat eru á veg.
Eisini er eftirspurningurin eftir grundstykkjum vaksandi í Tvøroyrar kommunu, ljóðar tað frá kommununi.
– Seinastu árini eru fá nýggj sethús bygd í Suðuroynni, men nú sær tað út til, at vend er komin í. Sambært fyritøkum, ið selja sethús, verður upplýst, at áhugin er vaksandi fyri at keypa sethús í Tvøroyrar kommunu og sagt verður eisini, at søluprísurin er hækkandi á sethúsum sum heild, siga tey úr Tvøroyrar kommunu.
Eisini er áhugin fyri grundstykkjum vaksandi. Tvøroyrar kommuna lat fyri nøkrum árum síðani 20 grundstykkir útstykkja í Heiðatrøðni í Trongisvági, og nú eru tað bert fimm grundstykkir eftir á sølulistanum.
##med2##
##med3##













