Kalsoy: Í eina tíð hevur verið arbeitt við nýgerð av vegnum frá Knúksdali til Syðradals.
Í dag er støðan tann, at vegurin er liðugur og haraftrat asfalteraður. Nakað er enn eftir at gera, í sambandi við veitirnar, skráarnar og vegastokkin.
Kostnaðarætlanin fyri arbeiðið er 1,5 mió. kr.
Hetta arbeiðið hevur verið rættiliga neyðugt at fáa liðugt, nú nýggja ferjulegan í Syðradali er tikin í nýtslu og ferðasambandið til oynna er bøtt munandi.










