Nú er vandi fyri áarlopi

Oyggjarvegurin er partvís opin aftur, men nú lúsa aðrir vandar í ferðsluni

Eftir at hava verið stongdur tað mesta av degnum í dag, er Oyggjarvegurin nú opin aftur fyri ferðslu. Tað var so nógvur kavi, at Landsverk gjørdi av at steingja Oyggjarvegin í morgun, men nú er koyrandi aftur úr Havnini til Mjørkadals og Norðadals.

 

Men annars sigur Landsverk, at tað framvegis er hált og krapi í støðum um alt landið. Hinvegin kemur blot í kavan nú, og tí kann vandi verða fyri áarlopi, og tí eigur Landsverk á bilførarar um at koyra varliga.