Tað er vanligt, at kommunur skipa fyri í minsta lagi einum árligum ruddingardegi, og nú Sørvágs Country & Bluesfestivalur er við hæddarpunkti í annaðkvøld, skipaði Sørvágs kommuna eisini fyri ruddingardegi seinasta leygardag.
Í Sørvági hevur annars nógv verið gjørt við fríðking gjøgnum fleiri ár, og her eru eitt nú snøggar laðingar og annað gjørt, sum pyntar um í umhvørvinum.
Eitt økið, sum arbeitt hevur verið við í nøkur ár, er økið tey rópa á Stakka. Her hevur kommunan fyri nøkrum árum síðan gjørt eitt hugnaligt spælipláss, og nú eru tey í holt við hina helvtina av økinum.
Aimé Jacobsen, borgarstjóri í Sørvágs kommunu, sigur, at ein permanentur pallur fyri nøkrum árum síðan er stoyptur á Stakka, og her verður nú hugnaligt øki gjørt niðan fyri pallin.
##med2##
- Í seinastuni hevur verið arbeitt við at leggja flísar á henda partin av økinum, sum nú verður sera nossligt. Í staðin fyri at ganga á sandi ella smágróti, verður økið nú flísalagt, og gingið verður eftir einari gøtu niðan á spæliplássið.
Borgarstjórin vísir á, at hetta arbeiðið nú er komið væl áleiðis, men tað er ikki vist, at alt verður endaliga liðugt til festivalin. - Men, her verður í øllum førum komið so mikið langt, at økið kann brúkast, nú festivalurin er, leggur Aimé Jacobsen aftrat.
Beint oman fyri spæliplássið eru eisini almennu wc’ini hjá Sørvágs kommunu.