Tað er ein gáva, sum tryggjar eina av okkara allarfremstu mentanardýrgripum, nevniliga tað fyrsta føroyska flaggið, Merkið, sum hongur í kirkjuni í Fámjin.
Í hesum sambandi hevur Tryggingin útvegað eitt serligt glasskáp, sum er bæði eldfast og sum tryggjar Merkið móti stuldri.
Skápið varð handað kirkjuni í Fámjin á hátíðarløtu í kirkjuni mikudagin við røðum og sangi.
Skápið tryggjar flaggið ímóti eldi í tveir tímar og tað serliga glasið verjir samstundis ímóti, at flaggið ferst av sólarljósi.
Skápið tryggjar eisini ímóti stuldri – og so vigar tað 600 kilo, so tað er ikki nakað, ein bara tekur undir armin.
Bæði Kirkjuráðið í Fámjin, landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, Andras Mortensen, landsantikvarur og Jósvein Bech, sóknarprestur, fegnaðust stórliga um, at Tryggingin á henda hátt hevði hugsað um ein av okkara dýrmettastu mentanardýrgripum.
Annars hevur Merkið hingið í einum mestsum óvart í einum glasskápi í kirkjuni í Fámjin í eina hálva øld.
Gunnar í Liða, stjóri í Tryggingarfelagnum Føroyum, segði at hann er eyðmjúkur, nú hann fekk høvið at handa kirkjuráðnum í Fámjins Kirkju hesa gávu, ið kann vera við til at varðveita eina av okkara kærastu felags mentanarognum.
- Merkið stendur okkum øllum nær. Tað er ein partur av okkara samleika, ein partur av okkara felags søgu og ein partur av okkara siðaarvi. Merkið vekir serligar kenslur í okkum, tað er eitt symbol uppá okkara tjóð, og vit verða øll errin og glað, tá ið vit síggja Merkið veittra. Eg haldi, at eg kann siga at hetta er heimsins vakrasta flagg. Í mínum eygum er tað heimsins vakrasta flagg, bæði tí at litirnir hóska ómetaliga væl saman, og so eisini, tí at tað symboliserar okkara land, sum vit øll elska, segði stjórin í Tryggingini.
Nógvar avbjóðingar
Helena Dam á Neystabø helt, at vit geva okkum ikki altíð far um, hvussu týdningarmikið tað er at varðveita tjóðargripir okkara.
- Fer ikki eitt miðvíst varðveitingararbeiði fer fram, forferst arvurin frá forfedrum okkara, og vit gerast fátækari.
- Vit hava nógvar avbjóðingar á varðveitingarøkinum, á øllum søvnunum hava vit dýrgripir, sum vit mugu ansa eftir og goyma til okkara eftirkomarar.
- Tí eri eg so fegin um, at hetta stigið nú er tikið í dag, og eg vil sum landsstýriskvinna vegna Føroya fólk takka Tryggingarfelagnum Føroyar fyri gávuna, sum eisini er ein gáva til eftirkomarar okkara, segði Helena Dam á Neystabø.
Eisini Jónsvein Bech, fagnaði flagginum og tosaði um, tann serliga týdning, sum krossmerkið í tí hevur, áðrenn hann at enda takkaði Tryggingini fyri hesa stórfingnu gávu.