Nú er Vagnur glaður

Heilsan til meistararnar

Nú er rómur á Neistamonnum og -kvinnum, og hava tey tað so sanniliga uppiborið. At miðvíst arbeiðið ber ávøkstur, er ein gleði í sær sjálvum, men tá arbeiðið endar við einum føroyameistaraheitið, tá ið tit eiga virðingina hjá øllum.

Tað eru mong, sum gleðast saman við tykkum um hetta megnar úrslit ? eisini mótstøðumenn tykkara á vølli.

Tað gleðir meg, at tit eru glað. Serliga gleðir tað meg,at nú er Vagnur Michelsen glaður. Hann er ein av eldsálunum í føroyska ítróttarheiminum, har Neistin enn gevur brand til uppvaksandi ættarlið.

Hetta hevur verið eitt spennandi ár innan hondbóltin, og hava teir báðir, Suni Merkistein og Finnur Helmsdal, duga serstakliga væl at givið okkum spenningin út gjøgnum útvarpstólið. Takk fyri tað, tit báðir.

Vit fegnast eisini um, at kvinnurnar hjá Stjørnuni nú aftur hava vunnið FM. Tað hava tær sanniliga uppiborið.


Við ítróttarkvøðu

Henry Jarnskor