Nú er vár - kom og velt!

- VELTAN er áhugafelag fyri øll í Sandoynni, sum hava áhuga fyri eplum, rabarbum, rótum og grønmeti yvirhøvur, sigur Katrin Petersen.

- Nú er vár! Kom og ver við til at gera Sandoynna til Føroya Grønmetisveltu!

 

Tað er boðskapurin hjá Vakstrarætlanini fyri Sandoynna, sum Katrin Petersen stendur á odda fyri.

 

- VELTAN er eitt áhugafelag fyri øll í Sandoynni, sum hava áhuga fyri eplum, rabarbum, rótum og grønmeti yvirhøvur. VELTAN er fyri teg, sum hevur hug at velta til egna nýtslu, eins væl og fyri bøndur.

 

Katrin Petersen veit at siga, at høvi er at fáa undirvísing, gera royndir við nýggjum hættum og amboðum, tá fólk í oynni gerast partur av áhugafelagnum, VELTUNI.

 

- Fyri tey, sum vilja velta vinnuligt, marknaðarføra vit og gera tað lættari at selja, eins og fólk kunnu fáa lut í felags innkeypi, sigur hon.