Í sambandi við at graslíki í fjørsummar varð lagt á fótbóltsvøllin við Djúpumýru, varð ein kanning av honum gjørd.
Hesa hava almennu fótbóltsmyndugleikarnir – FSF, UEFA og FIFA – fyriskipað eina kanning og góðkenning av vøllinum, har staðfest er, at vøllurin lýkur settar treytir fyri hesi altjóða góðkenning.
Tað er leverandørurin av vøllinum, Polytan, sum við hetta hátíðarhaldið fer at handa kommununi FIFA II Star-góðkenningarskjalið.
Tiltakið byrjar kl. 15, og verða umboð fyri FSF, Klaksvíkar býráð, KÍ, Polytan og onnur til staðar.










