Í langa tíð hava vit strongt á fyri at kunna útvega bíligt byggilendi til at byggja leiguíbúðir á. Tað sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Havn.
Nú kikarin av álvara er settur á bústaðarneyðina, er tað eyðsæð, at tað er helst í Havn, at tað er stórt trot á bústøðum. Og borgarstjórin í Havn sigur, at tey eru avgjørt varug við trupulleikan og tey hava eisini lagt eitt stórt arbeiði í at fáa gongd á bústaðarbygging.
Í hesum sambandi hava tey havt fund við fíggingarstovnar og fyritøkur av ymsum slagi. Men tey ásanna eisini, at prísurin á byggilendi er ein stór forðing í royndunum at halda húsaleiguni niðri. Tað er dýrt at útvega byggilendi og tað hevur stóran ávirkan á, hvussu dýrt tað verður at leiga eina íbúð, sigur Annika Olsen.
Hon sigur, at tískil hava tey í Tórshavnar býráð havt fleiri fundir við Landsstýrið um at fáa heimild til at langtíðarleiga grundstykki til at byggja leiguíbúðir á.
Sum støðan er nú, kunnu vit ikki langtíðarleiga byggilendi til at byggja leiguíbúðir á. Tá ið byggilendi skal útvegast, hevur kommunan tískil ongan annan møguleika enn at selja, og kravið er harfturat at tá ið kommunan selur jørð, skal hon lýsast leys og seljast til hægstbjóðandi.
Tískil hava vit nú í langa tíð samskift við landsstýrið um at fáa heimild til at langtíðarleiga byggilendi til at byggja leiguíbúðir á, sigur Annika Olsen. Úrslitið av tí hevði verið, at byggilendið fer at vera munandi bíligari og tað fer so aftur at síggjast í, at leigan fer at verða munandi bíligari.
Tað merkir ikki, at kommunan skal geva byggilendi burtur fyri einki, tí við eini langtíðarleigu kemur peningurin inn aftur, men tað tekur bara nógv longri tíð. Hetta er sami leistur, sum allar kommunur brúka niðri á havnarløgunum, har tað er vanligt, at virkir og fyritøkur langtíðarleiga grundstykki frá kommununum.
Annika Olsen sigur, at tey halda, at sami leistur skal førast yvir á bústaðarmarknaðin eisini. Hon sigur, at kommunan hugsar her um at langtíðarleiga lendi til leibuíbúðir, ikki til sethúsagrundir og eigaraíbúðir. Fólk skulu eisini hava møguleikan at eiga síni egnu hús, og sína egnu íbúð, sigur hon.
Men tað hendir einki og nú heldur Annika Olsen, at tað er tíð upp á, at landsmyndugleikarnir vakna og fáa broytt reglurnar, so at kommunan fær heimild til at langtíðarleiga byggilendi til leiguíbúðir.
– Trotið á bústøðum er ein forðing fyri fólkavøkstrinum og tað er eitt bakkast fyri kommununa. Tí er tað ein íløga í framtíðina at útvega byggilendi, og at útvega íbúðir, sum allir samfelagsbólkar hava ráð at rinda fyri at búgva í. Og í hesum sambandi er tað eitt týdningarmikið, at vit eisini fáa heimild at langtíðarleiga byggilendi, sigur Annika Olsen.








