Nú er stundin komin at allir føroyingar, sum vilja, fáa alt at vita um nógv umrøddu samráðingunum um fullveldi, sum vóru fyrst í hesi øldini.
Tað heldur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.
Annars hevur landsstýrið ikki vilja almannakunngjørt skjølini og ein grund til tað er, at í roynd og veru eru samráðingarnar ikki lidnar enn.
Men Bárður á Steig Nielsen heldur, at nú hevur eingin fundur um fullveldi verið í útvið 20 ár, so nú má sigast, at samráðingarnar eru lidnar.
Løgmaður er sambandsmaður, og hann heldur ikki, at hetta fer at birta upp undir nakran sjálvstýrisneista aftur í Føroyum, at skjølini nú verða almannakunngjørt fyri teimum, sum biðja um at fáa tey.
Hann vísir eisini á, at Sjúrður Skaale, sum var embætismaður í landstýrinum, og sum var við í samráðingunum, hevur skrivað eina bók, har hann leggur sína tulking av støðuni fyri dagin. Men nú kunnu føroyingar so sjálvir lesa skjølini, og gera sær sína egnu niðurstøðu, sigur hann.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr Bárð á Steig Nielsen greiða frá, hví hann hevur tikið eina aðra støðu í hesum máli enn undanmenn hansara hava gjørt.