Veðurmátingarnar hjá Landsverki siga, at nú eru upp í 45 m/s á Norðradalsskari og aðrastaðni í landinum er ikki nógv frægari.
Á Oyndarfjarðarvegnum og á Gjáarskarði eru 33 m/s í skrivandi stund, meðan hann sigur 30 m/s á Høgareyni. Á Sandavágshálsi er somuleiðis upp í 33 m/s, meðan 28 m/s við Velbastaðháls og a Glyvursnesi.
Á Fámjinsvegnum og á Porkerishálsi er somuleiðis nógvur vindur, upp í 37 m/s. Landsverk heitir tí á varsemi í ferðsluni í morgun. DMI sigur, at veðrið versnar fram til um middagsleitið, og seinnaparturin skuldi verið frægari. Tað er tó ein stokkut gleði, tí forsøgnirnar siga, at tað aftur við harður vindur fríggjadagin.
in.fo fylgir málinum.