Eitt ódnarveður er ávegis til Føroyar og tað hevur fingið myndugleikarnar til at ávara fólk um at ansa sær í ferðsluni í morgin.
- Nú boðað verður frá so ringum veðri í nátt og í morgin við nógvum vindi og eisini kavaavfalli, heita Politiið og Landsverk í felag á bilførarar um at ansa sær í ferðsluni.
Roknast kann við, at summir vegir verða stongdir longu fyrrapartin í morgin. Mælt verður tí til at fylgja væl við í miðlunum, hvat sagt verður um veðrið og koyrilíkindini, eru boðini frá løgregluni og Landsverki.
Longu í kvøld er veðrið ringt, tí í Suðuroynni er nú upp í 38 m/s, og tað er á Fámjinsvegnum. Á Porkerishálsi er upp í 30 m/s, meðan tað ikki er nógvur vindur aðrastaðni í landinum enn. Tað kann tó væntast at verða nógvur vindur kring alt landið í nátt og í morgin og somuleiðis út á fríggjadagin.
In.fo fylgir við støðuni.










