Nú er upp í 29 m/s

Vindurin herjar eisini í dag.

Dmi hevur boðað frá nógvum vindi kring oyggjarnar eisini í dag. Morgunin hevur verið blíður, men nú siga veðurmátingarnar hjá Landsverki, at vindur er vaksin. 

Norðuri í Sundum í Kollafirði verður sagt frá hørðum hvirlum í upp í 29 m/s, og tað er einans har í løtuni, at vindurin er so hvassur - aðrastaðni í landinum verður mált í mesta lagi 19 m/s. 

Tað er hálkufráboðan kring alt landið. 

- Hált og glerstoytt er um alt landið. Tað er ikki koyrandi á Oyggjarvegnum og til Skæling. Heitt veður á bilførarar um at koyra varliga. 

 

So boðar Landsverk frá í dag. 

 

 

Myndina eigur Ingi Sørensen.