Landsdystur
5.950 áskoðarar fáa loyvi til at koma á Tórsvøll, tá fótbóltslandsliðið um knappar tveir mánaðir skal soyna seg ímóti varaheimsmeistarunum í Týsklandi. Og longu nú er greitt, at talan verður um fullsettan leikvøll.
Fyri stuttari tíð síðani byrjaði FSF forsøluna av atgongumerkjum til dystin, og eftirspurningurin hevur verið somikið stórur, at tað longu nú kann staðfestast, at alt er bílagt.
Av skrivstovuni verður sagt, at tey nú fara at senda brøv út til teirra, sum hava skrivað seg upp til atgongumerki, og so skulu hesi gjalda fyri atgongumerkini innan fyri eina hampuliga stutta tíð. 10. mei er settur sum dagurin, har alt skal vera goldið, og um atgongumerkini tá ikki eru goldin, verða tey seld øðrum, verður sagt.
Umframt tey 4.700 atgongumekini, sum FSF hevur selt, eru 725 atgongumerki latin týska fótbóltssambandinum, DFB, meðan restin so eru atgongumerkini til VIP?ararmar hjá FSF.