Nú er Tróndur gulur

NSÍ boðar nú frá, at Tróndur Jensen er nýggjur spælari í Runavík

Fyrr í dag vistu vit her á in.fo at siga, at NSÍ og Tróndur Jensen høvdu skrivað undir sáttmála, og at hetta fór ivaleyst at verða kunngjørt seinni ídag.

Nú boðar NSÍ frá, at tunnilsgávan í felagnum er Tróndur Jensen, sum hevur skrivað undir sáttmála við NSÍ. Einki verður sagt um, hvat tíðarskeið sáttmálin fevnir um.

Síðani tíðindini á middegi bórust um, at Tróndur Jensen var á veg til Runavíkar, hava nógv HB viðhaldsfólk givið til  kennar á sosialu miðlunum, at tey harmast um, at Tróndur Jensen, sum verður roknaður at vera ein av teimum trúgvu innføddu HB spælarunum, fer at skifta til annað felag.

Men samstundis eru tað fleiri, sum ásannað, at tað eru nýggjar tíðir í føroyskum fótbólti. HB hevur keypt aðrar spælarar, ið venjarin metir at vera betri at røkja plássið, sum Tróndur Jensen røkti, til hann í august 2019 sleit krossbandið. Sáttmálaskeiðið hjá honum í HB var av, og so hevur hann funnið saman við felag, ið ætlar at brúka hann á miðvøllinum.