Nú er toskur á Føroyabanka

Í fimm tímar hevur havrannsóknarskipið Magnus Heinason fingið 109 toskar á Føroyabanka, sum er væl meira enn undanfarin ár.

 

Havrannsóknarskipið Magnus Heinason er hendan túrin á Føroya Banka, har teir skulu gera váryvirlitstrolingar. Men, sum er, tarnar veðrið skipinum, og tí liggur Magnus Heinason í løtuni og krokar.

 

Teir fara útaftur sunnukvøldið. Sunnudagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, men sum sunnukvøldið gongur, og mánanáttin stundar til, verður hann útnyrðingur, og hann minkar vindin.

 

In.fo veit frá álítandi keldum at siga, at higartil á túrinum hevur Magnus Heinason havt trolið úti á Føroyabanka í fimm tímar tilsamans, og teir hava fingið tilsamans 109 toskar, sum liggja út 6 kilo upp í 20 kilo hvør.

 

Hin størsti toskurin, sum teir hava fingið, er 121 sentimetrar langur og vigar heili 40 pund! Hesar fimm tímarnar, Magnus Heinason hevur havt trolið úti á Føroyabanka, hava teir eisini fingið nógva hýsu.

 

Túrurin hjá havrannsóknarskipinum higartil bendir á, at tað sær betri út við toskinum á Føroyabanka. Undanfarin ár hevur øll váryvirlitstrolingin á Bankanum bara givið ein part av tí, sum hesir fyrstu fimm tímarnir hava givið higartil.