Dagurin í dag er ikki heilt vanligur leygardagur. Í hvussu er ikki, um ein er staddur í Vági, tí nógv hendir í dag, m.a. er stóri handilsbygningurin Torgið tikin í nýtslu Torgið lat upp klokkan 10:00 í morgun, og ymiskt er á skránni, sum sum mótasýning. Stórur og nýmótans matvøruhandil er í húsinum, eins og kiosk, ið eisini selur bakstur.
Á ovarau hæddini er handil við gávu- og brúkslutum av merkinum Zone, og eisini er handil við klæðum frá Sirri og Kansas.
Vágbingar hava eisini ruddingardag í dag og hesin endar við jóansøkubáli vesturi á Eiðinum í kvøld, har hugni, kakao og bollar og felagssangur er á skránni.










