Nú er tad ikki stuttligt longur!

Jørgen Niclasen sendi sunnukvøldið út eitt skriv, har hann átalar »útsagnir frá iranska forsetanum« um at holocaust ongantíð er farið fram. Nú er at spyrja: Hvat er á vási?

Er Niclassen úr Sørvági farin at hótta, rættleiða ella formana Ahmedinejad úr Iran? Ætlar hann at løða kanónina á Brimli, og senda kanónbátin til Bab-el-Mandeb strætið. So kann Vesturskin sleppa við sum supply-skip, um tørvur skuldi verið.

Eg havi leitað í arkivinum hjá bæði Kristeligt Dagblad og Politiken, men teir hava ikki nevnt nakað um hetta mál nýliga. Men hevur hann fyrr sagt tað.

 

Er hatta ’føroyskur’ uttanbíggja-politikkur?

Nú havi eg ikki lisið alt, sum hasin landsstýrismaðurin sendir út. Tað mesta hevur einki upp á seg. Men Niclassen úr Sørvági er partur av samgonguni, hvat siga hinir partarnir? Eru tit við upp á hatta flippið? Tit mugu siga ja ella nei, tí hatta er bara djúpt tragiskt. Hvørki komiskt ella tragikomiskt, bara tragiskt.

Sjálvandi hava Føroyar áhugamál úteftir, sum skula røkjast og passast. Higartil var tað nakað, sum løgmaður saman við hinum kláraði. Men so einaferð kom Høgni Hoydal geipandi upp í eitt landsstýri og vildi vera uttanríkisministari, sjálvt um vit hava ein sovorðnan frammanundan.

Eg veit ikki, hvat ið Niclasen annars hevur úttalað seg um. Hevur hann úttalað seg um krígsbrotsverkini hjá Ísrael í Gaza herfyri? Og tað teir gjørdu í Libanon? Hvat um fangarnar í Guantanamo? Fólkadrápið í Rwanda? Kuppið móti Manuel Zelaya í Honduras.

Vit kunna avskaffa alt arbeiðsloysi í Føroyum, og seta fólk at skriva úttalilsir um hvat sum helst, hvar sum helst, nær sum helst, allarhelst, so eru øll frelst. Vit kunna fáa eitt risa ministerium, bara tí at summi fólkafloks- og tjóðveldisfólk (og onnur við) onki skil hava fyri realitetum.

 

Rundferð til pinkulingaland

Herfyri varð Niclasen eina langa ferð runt í Europa. Hann vitjaði akkurát tey allarsmæstu mini-lond, sum at kalla ongan reellan týdning hava. Tey eru til á papírinum, men einki annað. Kanska millumlendi hann í París, hví stakk hann ikki inn á gólvið hjá Sarkozy, ella hjá Merkel í Berlin? Hví flýggjar hann undan teimum reellu problemunum, sum liggja í sambandinum Føroyar-EU, rættari: tí manglandi sambandinum. Alt hitt er bara sjónleikur og facada. Gykl, humbukk.

Lat Jørgen Niclassen vera stjóra á Samvit, um hann hevur førleika til tað, tá starvið verður lýst leyst aftur. So kann hann eisini sleppa at ferðast eitt sindur. Lat uttanlandamálini fara aftur til Løgmann.