Spenningurin er øgiligur uttanfyri flokshølið, her royndin er.
Fleiri av næmingunum í flokkinum hjá Guðrið hava longu verið uppi í donskum, sum er lærugreinin henda dagin.
Ein teirra, Torstein er uppi beint nú, og eftir hann skal Guðrið upp sum hin seinasta henda dagin; sum tann seinasta royndin í hesum skúlaárinum; og sum tann seinasta royndin í heila taki hjá teimum í Vestmanna skúla.
Hinir næmingarnir sita og práta so hugaligir um royndina og hvat nú er á skránni. Uttanfyri á gongini sita næmingar í 9. flokki og práta. Og í gongini longur niðri situr ein drongur og klimprar uppá flyglið hjá skúlanum.
Hetta tykist kortini ikki nerva Guðrið tað allarminsta. Hon er í øllum førum væl fyrireikað til royndina. Tann stóri spurningurin er so, hvønn tekst sum hon kemur upp í.
- Eg havi í øllum førum lisið allar søgurnar, staðfestir Guðrið. - So fáa vit at síggja.
Tað eru tvær kvinnur, sum skulu avgera hvønn karakter hon fær. Tær eru dansktlærari hennara, Augusta Egholm Petersen og próvdómarin Tanja Ejdesgaard, sum starvast við Felagsskúlan á Oyrarbakka.
Nervøs
Tey hava nú gingið 10 ár í skúlanum, og nú er tíðin komin at royna aðrar leiðir.
Fyrst av øllum skulu allar royndirnar fáast frá hondini. Tey hava verið uppi í øðrum lærugreinum, men áðrenn próvhandan og summarfrí, skal tann danski setningurin dugast.
Pensumið hjá teimum fevnir um bæði søgur, yrkingar, vísur, eina bók og ein film.
Og Guðrið er væl fyrireikað, sum longu nevnt:
- Um tað gongur illa hjá mær í dag, so havi eg í øllum førum gjørt tað sum eg kundi áðrenn, slær hon fast.
Vónirnar áttu kortini at verið góðar, tí hon frammanundan hevur fingið eitt 11-tal og tvey 9-tøl. Men hevði Torstein nú bara gjør seg lidnan.
- Jú, eg eri eitt sindur nervøs. Men eg gleði meg bara til at fáa tað yvirstaðið, kemur tað stillisliga frá henni.
Í góðari tíð
Eftir skránni til royndina í dag skuldi Guðrið inn fyri lærara og próvdómara kl. 11:40.
Men hon var longu møtt ein tíma áðrenn í skúlanum.
- Eg føli meg betri, tá eg eri í góðari tíð, sigur Guðrið.
Klokkan er farin væl av 11:40, og enn er einki sum bendir á, at Torstein fer at koma út aftur úr flokshølinum.
Hon hevur eisini alla góða grund til at ótolnast at sleppa inn, tí nú er klokkan skjótt middagur, og einki bendir á, at lærararnir eru lidnir at eksaminera tann næstseinasta næmingin.
Fyri líkasum at dulma nervarnar eitt sindur, situr Guðrið bara og smámurrar eitthvørt lag.
Og so endiliga, fer hurðin upp og Torstein kemur út. Tað var vist eisini tíð uppá. Klokkan vísir nevniliga 12:02.
14 minuttir
Hóast Torstein nú er útkomin, so má Guðrið bíða eina løtu aftrat.
Lærararnir skulu fyrst avgera, hvønn karakter ið Torstein skal hava. Hann hevur verið uppi í einum sangi hjá danska poppbólkinum Shubidua, sanginum Valborg.
- Bara eg fái eitt 8-tal, so eri eg glaður, sigur Torstein.
Tað fekk hann eisini, og nú er túrurin komin til seinasta næmingin í dag, Guðrið Poulsen.
Klokkan er 12:08, og nú er bert eftir at vóna, at Guðrið fær eina góða søgu og fer at fáa løn fyri stríð sítt heima við hús.
Tað er kortini líkt til, at hon veit hvat hon skal siga: Bert 14 minuttir seinni var hon úti aftur á gongini. Klokkan er 12:22.
- Huuh. Nú er liðugt, sigur hon ovurfegin á málinum.
Danskt-føroyskt
Hinir næmingarnir koma allir yvir ímóti henni, og vilja vit meiri um hvussu gekk.
- Eg veit ikki. Haldi at tað var gott, men eg kom til at siga okkurt føroyskt orð. Tá mátti eg bara flenna, men fekk tíbetur rættað tað aftur beinanvegin, greiðir hon brosandi frá.
Líkt er til at lærararnir geva sær góðar stundir at koma fram til tann karakterin, sum hóskar til framløguna hjá Guðrið.
Tíðin gongur, og tað er ikki sørt, at tey ótolnast eftir hesum týdningarmiklu boðunum.
Endiliga fer hurðin upp. Hetta vóru seks langir minuttir at bíða. Hinvegin gekk tað skjótt at fáa karakterin at vita.
Løtu aftur kemur hon brosandi aftur út í gongina.
- Eg fekk 10!, kemur tað brosandi frá henni.
Skúlafelagarnir ynskja henni tillukku. Men tey fáa ikki langa tíð til hetta, tí ein einstøk uppgáva má gerast aftrat, áðrenn tey fara heim í dag: Skúlastovan skal ruddast.
- So fari eg at slappa av til klokkan 5, tí tá skal eg til arbeiðis á MAGN-støðini, sigur ein brosandi Guðrið.