Nú er tað upphiting

Stjørnan hevði ikki teir stóru trupulleikarnar av Kyndli, nú Klaksvíkarkvinnurnar hita upp til FM-finaluna

Kyndil-Stjørnan 22-30 (11-14):


Stjørnan hevur longu vunnið kappingina um at sleppa í FM-finaluna. Og munurin niður til næstu liðini er somikið stórur, at tær eisini hava vissað sær, at ein møgulig triðja finala skal spælast í Klaksvík.

Tí var tað kanska so sum so við spenninginum, tá Klaksvíkarkvinnurnar vitjaðu hjá nummar fýra í landskappingini í tí, sum eisini var ein endurtøka av steypafinaluni millum liðini bæði.

Men tað merkti tó ikki, at stjørnurnar tóku sær heilt av løttum í Havn í mikukvøldið. Ein av dygdunum hjá Henrik Gerster sum venjara, er, at hann ongan tíð hevur loyvt spælarunum at taka sær veruliga av løttum. Ein fella, sum kanska er størsti vandin hjá liðnum, sum á pappírinum er nógv sterkasta kvinnuliðið í landinum.

Fyri steðgin hekk Kyndil so hampuliga væl við, men tó ikki meira enn so, at Stjørnan var omaná. Bæði leikliga og á máltalvuni.

Myndin var kanska ikki heilt ólík henni frá steypafinaluni, har Stjørnan við einum seigum trekki togaði seg alt longur frá Kyndli, ið ikki hevði orkuna ella styrkina at fylgja við.


Fakta um dystin

Kyndil-Stjørnan 22-30 (11-14)

10 min: 4-5

20 min: 8-11

40 min: 16-20

50 min: 20-26

Málskjúttar

Kyndil: Lina Andriulyta 8, Ronja M. Mikkelsen 4(3), Randi Wardum 4, Jacklin Durhuus 3, Tordis Tróndarson 2, Barbara Egilstrøð 1

Stjørnan: Simona Petersen 10(4), Durita Christophersen 8, Durita Mikkelsen 3, Joan M. Djordjevic 3, Durita Ljósstein 2, Bára S. Klakstein 2, Anna Kristina Samson 2

Brotskøst: Kyndil 3, Stjørnan 4

Útvísingar: Kyndil 4, Stjørnan 3

Diskvalifikatión: Stjørnan 1 (reytt til beinkin)