FORMULADEILDIN
26. UMFAR SAMANUM
Tað er lagt upp til stóra finalu í Gundadali leygardagin. B36 eigur heimadyst móti HB og harvið áskoðarainntøkurnar. Men spurningurin er, hvør skal vinna milliónina frá UEFA, og hvør tað næsta árið skal bera høvdið høgt og klikkja niður á grannarnar.
B36 er best fyri á stigatalvuni. HB er eitt stig aftanfyri grannarnar, og SKÁLA er aftur eitt stig aftanfyri HB. Men tað ber ikki til hjá B36 at sættast við javnleik. Tann, sum fær trý stig í Gundadali leygardagin, verður meistari. Um tað endar við javnleiki, so verður Skála meistari, um tað eydnast teimum á heimavølli at fáa fulla úrtøku móti GÍ. Tá fara bæði SKÁLA og B36 at enda á 52 stigum. Í innanhýsis uppgerðunum hevur tað hvørja ferð verið javnt (1-1 og 2-2 á Skála og 2-2 í Gundadali). So verður málmunurin avgerandi, og har er SKÁLA frammanfyri. Teir hava málmunin +25, og B36 hevur málmunin +20.
Tað vil við øðrum orðum siga, at tað er lagt upp til finalu í Gundadali millum B36 og HB um FM, og at tað er møguleiki fyri, at hvørgin parturin fer at vinna FM! Tað fær illa verið meiri spennandi, enn tað er undan 27. og síðsta umfarinum.
NSÍ hevur ikki longur møguleika at gerast meistari ella at vinna silvurmerkini, men NSÍ hevur framvegis møguleika at vinna bronsumerkini. Treytin er, at NSÍ vinnur í Klaksvík í síðsta umfarnum, og at Skála tapir á heimavølli móti GÍ.
Eftir tapið á heimavølli móti Skála hevur EB/Streymur mist møguleikan at vinna heiðursmerkir og at røkka fjórða plássinum. Eftir nógv støðug avrik og eftir leingi at hava havt møguleika at vinna fyrstu heiðursmerkini vóru tað tapini á heimavølli móti FM biðlunum B36 og Skála, sum vóru orsøk til, at tað ikki spurdist meiri burturúr á Mølini. Samansetta liðið er og verður nummar fimm. Men tað man vera lítil ivi um, at teir eisini næsta ár fara at vera við, har tað er hugaligt at kappast.
Trý feløg eru í vanda
Hóast bæði ÍF og KÍ taptu sunnudagin, so bóru úrslitini í 26. umfari við sær, at tað ikki ber til hjá hesum báðum feløgunum at flyta niður. Men spenningurin um, hvat felag skal flyta niður úr FORMULA deildini, og hvat felag skal í endaspæl um eitt pláss í bestu deildini, er framvegis sera stórur.
Trý evni eru til tvey tey niðastu plássini. VB hevur 23 stig, GÍ hevur 22 stig, og TB hevur 21 stig. KÍ hevur 25 stig, og ÍF hevur 26 stig. Trý tey niðastu kunnu ikki røkka stigatalinum hjá ÍF. TB kann ikki røkka stigatalinum hjá KÍ. GÍ kann við sigri á SKÁLA røkka teimum 25 stigunum, sum KÍ hevur, men gøtumenn hava ikki møguleika at fara framum KÍ. Í innanhýsis uppgerðunum er KÍ omaná. KÍ hevur vunnið tvær ferðir 2-1 í Gøtu, meðan GÍ eina ferð hevur vunnið 2-1 í Klaksvík. VB kann væl og virðiliga røkka stigatalinum hjá KÍ, men tað hevur ongan týdning fyri plássið hjá klaksvikingum í ovastu deildini.
Skráin hjá teimum trimum, sum tað rættuliga brennur undir, sær í 27. og seinasta umfarinum soleiðis út: SKÁLA-GÍ, VB-EB/STREYMUR og ÍF-TB.
Allar uppgávurnar tykjast torførar. Um tað ikki eydnast nøkrum av teimum trimum niðastu at fáa stig, og stigaposarnir harvið verða teir somu seint seinnapartin leygardagin, sum teir eru undan síðsta umfarinum, so verður tað TB, sum fer at flyta niður, og so verður tað GÍ, sum skal spæla um rættin at halda fram í deildini.
GÍ eigur velduga avbjóðing á Skála, og harafturat er tað avgerandi fyri møguleikan hjá GÍ, at ÍF tekur sær væl og virðiliga av tvørámonnum, tá ið teir fara at spæla í Fuglafirði. Tað er ikki komið fyri áður, at úrslitið hjá ÍF kann gerast avgerandi fyri, um GÍ skal spæla í bestu ella næstbestu deildini! So eisini í hesum førinum er tað - eins og tað er í toppinum - upp til grannarnar at gera av.
Um TB fer at megna javnleik í Fuglafirði, og um GÍ fer at tapa á Skála, so fer at standa á jøvnum í stigum millum TB og GÍ. Tá verður TB omaná. Tað verða teir, tí TB er betri í innanhýsis uppgerðum móti GÍ. Á Sevmýri hevur TB vunnið 3-0 og 3-1, og í Gøtu vann GÍ 2-1.