Fótbóltur
At tað lækkar ímóti endanum á fótbóltsárinum kennist á fleiri mátar. Ein er, at summarveðrið, sum tað hevur verið ikki so lítið av hesa ferð, er burtur, og heystarveðrið kennist alt meiri. Tað kennist eisini, at endaspurturin ikki er so langt burtur á tann hátt, at tað nú hvørja ferð eru lyklauppgerðir á skránni, sum hava alstóran týdning fyri FM og heiðursmerkini og fyri kappingina um at sleppa undan niðurflytingini.
At hesi tingini hoyra saman – heystarveðrið og avgerandi uppgerðirnar í Formuladeildini – er spell. Kanska tað hevði verið rætt at tikið tosið uppaftur, um tað hevði verið royndina vert at koppa fótbóltsárinum á høvdið soleiðis, at fyrstu dystirnir vórðu spældir í august, og at síðstu og avgerandi umførini vóru í juni.
Ivaleyst hevði hetta verið so mikið stór broyting, at hon er torfør at fara undir. Men tað er áður sætt, at stórar broytingar, sum tað millum mong hevur verið stórur ivi um, hava eydnast heilt væl. Tað gekk skjótt at leingja kappingarárið úr 18 og upp í 27 umfør. Mótstøðan var kanska ikki so stór, men fleiri høvdu hug at halda, at tað átti at havt verið tosað meiri um hetta, áðrenn kappingin var broytt.
Nú hevur skipanin við 27 umførum verið galdandi í trý ár, og tað er neyvan nakar, sum kundi ímynda sær at farið aftur til gomlu skipanina.
NSÍ stríðist við havnarmenn
Í toppinum gjørdist tað hesa ferð greitt, at EB/Streymur heldur ikki í ár verður meistari. Tað eru níggju stig frá teimum báðum oddaliðunum og aftur til EB/Streym, og tað kennist vera ov nógv at taka aftur, hóast HB í fjør megnaði at taka seg meiri enn níggju stig inn á júst EB/Streym í seinastu umførunum.
HB staðfesti við avgtreiðslusigri á VB/Sumba, at meistararnir frá í fjør framvegis eru við í kappingini um FM heitið. HB er seks stig aftanfyri B36 og NSÍ, og tað eru fimm umfør eftir at spæla. HB hevur knívin á barkanum hvørja ferð, og uppgávurnar eru stórar. Næstu ferð hava teir møguleika í Gundadali at siga steypavinnarunum úr EB/Streymi takk fyri seinast, og um tvær vikur skal HB vitja í Runavík. Treytirnar eru eirindarleysar, men HB skal vinna hvørja ferð, um teir skulu verða meistarar.
Fyrst og fremst stendur FM stríðið millum B36 og NSÍ. Bæði liðini vunnu hesa ferð torførar og teprar sigrar á útivølli. Serliga merkisverdur var sigurin hjá NSÍ í Streymnesi. Ofta hevur NSÍ kurvan dalað, tá ið tað hevur liðið fram ímóti kappingarenda. Tað tykist hon ikki gera hesa ferð, og fulla úrtøkan í Streymnesi er stór undirstriking av, at tað hesa ferð meiri enn nakrantíð áður skal roknast við NSÍ.
Høvuðsstaðurin hevur vunnið FM seks tær seinastu ferðirnar, og tað kann væl vera, at gullið aftur hesa ferð endar í Gundadali. Men NSÍ er í løtuni eins gott FM boð, sum B36 er tað.
Skráin hjá B36 er Skála (h), AB (h), B71 (ú), EB/Streymur (ú) og so í síðsta umfari HB (h). Skráin hjá NSÍ er AB (h), HB (h), GÍ (ú), VB/Sumba (h) og KÍ (ú).
Botnurin brennur
Tað eru fimtan stig eftir at spæla um, og VB/Sumba er tólv stig frá bjargingini. Harvið er VB/Sumba fokið.
AB megnaði hesa ferð fulla úrtøku ímóti KÍ, sum saman við GÍ og Skála er í onga manna landi.
Spurningurin er nú, um tað er møguleiki fyri, at argjamenn kunnu fáa B71 aftur. Sandoyingar eru seks stig frammanfyri AB, og í næstsíðsta umfari fer B71 at vitja á Argjum. Málmunurin hjá B71 er -9, og hjá AB er hann -17. Tað vil við øðrum orðum siga, at um AB skal lyfta seg upp um B71, so er neyðugt hjá AB at vinna sjey stig fleiri enn B71 í fimm teimum seinastu umførunum. Trý stig kann AB vinna ímóti B71. Hvørjar vánirnar eru hjá AB at vinna fýra stig fleiri enn B71 í hinum fýra umførunum er upp til lesaran at meta um.
Skráin hjá B71: VB/Sumba (ú), GÍ (h), B36 (h), AB (ú) og EB/Streymur (h).
Skráin hjá AB: NSÍ (ú), B36 (ú), HB (h), B71 (h) og Skála (ú).
AB styrkti um sína støðu sunnudagin. Um AB einki fær við sær úr Runavík næsta sunnudag, og um B71 megnar at vinna í Vági, so fer tað aftur at síggja svart út á Argjum. Men nú skal tað spælast um stigini – bæði í toppinum og botninum.
Myndatxt
Mynd: Álvur Haraldsen