Sammett við styrkistølini, so hevur tað ikki gingið heilt so væl hjá Helga Dam Ziska, sum tað kanska kundi roknast við.
Reykjavík Open er á skránni fram til hósdagin, tá ið tíggjunda umfar er á skránni. Burturúr sjey teimum fyrstu umførunum hevur Helgi Dam Ziska vunnið fimm stig. Merkisvert er tað, at føroyski stórmeistarin einki talv hevur tapt. Hann hevur vunnið trý talv, og fýra ferðir er tað endað javnt.
Bæði í fyrradagin og í gjár endaðu talvini remis. Í fyrradagin var tað ímóti týska GM Jakob Pfreundt (2392) og í gjár var tað ímóti indiska GM Kidambi Sundarajan (2422).
Aftur í dag er mótstøðumaðurin stórmeistari við lægri styrkistali enn Helgi Dam Ziska (2553), sum hevur hvítt ímóti GM James E. Tarjan (2414) úr USA.
Fimm telvarar eru fremstir við seks stigum. So eru tað ellivu, ið hava 5 ½ stig. Helgi Dam Ziska er ein av 28 telvarum, sum hava fimm stig.
Hinir ellivu føroyingarnir í Reykjavík Open 2017 hava allir vunnið úrtøku. Serliga væl hevur Janus Skaale staðið seg teir báðar seinastu dagarnar, tá ið hann hevur vunnið 1 ½ stig ímóti mótstøðumonnum við væl hægri styrkistølum.
Janus Skaale (1765) 3 ½ stig
Heiðrikur T. Jacobsen (1951) 3 stig
Margar M. Berg (1813) 2 ½ stig
Elmar Reinert Fjallheim (1691) 2 ½ stig
Súni í Horni Nielsen (1167) 2 ½ stig
Allan Nielsen (1606) 2 stig
Luitjen Akselsson Apol (1561) 2 stig
Benjamin Reinert Fjallheim (1322) 2 stig
Jón í Horni Nielsen (1454) 2 stig
Leif Reinert Fjallheim (1667) 2 stig
Flóvin M. Tummasarson (1224) 1 stig