-Tann nýggi formaðurin í Labour eitur Gordon Brown. Tað er tað besta fyri landið, tí hansara besta fær ikki verið betur, segði Tony Blair, tá hann á floksfundi í gjár alment kunngjørdi formansskiftið.
Við hesum hevur Gordon Brown tikið tað fyrra stigið, tí um nakrar dagar verður hann eisini forsætisráðharri - eitt starv, sum hann hevur bíðað eftir í meiri enn tíggju ár. Tær seinastu meiningakanningarnar vísa eisini, at hann hevur góðan byr í løtuni. Labour fær í kanningunum 39 prosent av atkvøðunum og tey konservativu 36, og hetta er fyrstu ferð í átta mánaðir, at Labour liggur oman fyri tann stóra andstøðuflokkin.
Blaðið The Observer hevur spurt bretar, hvat tey vænta sær av Gordon Brown sum forsætisráðharra. 40 prosent vænta, at hann fer at roynast sum ein dugnaligur stjórnarleiðari, og 22 prosent siga, at tey vildu heldur havt tann konservativa leiðaran, David Cameron, í Downing Street.