Nú er tætt hjá BP

Oljufelagið BP hevur í morgun boðað frá, at felagið er liðugt at tetta oljubrumnnin í Meksikoflógvanum við borievju, og at alt gekk eftir ætlan.

Mannagongdin, sum BP hevur brúkt, eitur á fakmálinum ?static kill?. Upprunaliga segði felagið, at arbeiðið skuldi gerast í tveimum. Fyrst skuldu evja og sement pumpast beinleiðis niður í brunnin, og síðani skuldu evja og sement sprænast inn ígjøgnum annan eykabrunnin, sum er boraður til lætta trýstið. Tá hetta arbeiðið var gjørt, skuldi brunnurin verið tættur.

Í morgun sigur BP, at felagið hevur fylt brunnin við borievju, men ikki sementi. Nú skulu BP og amerikonsku myndugleikarnir taka støðu til, um tað eisini er neyðugt at pumpa sement niður í brunnin.

Tað tók átta tímar at pumpa evjuna niður í brunnin.