Manshondbóltur
Hoyvíkingar halda framvegis kósina móti hægru luftløgunum. Leygardagin skúgvaðu teir sambúgvarnar úr KÍF til viks í bronsustríðnum, har tú nú fyrst og fremst eru tey trý havnarfeløgini, sum stríðast um seinasta heiðursmerkið, eftir at VÍF og StÍF væntandi hava tikið sær av teimum báðum fremstu plássunum.
Hoyvíkingar vóru annars nakað skerdir, eftir at leikandi venjarin, Uni Wardum, fekk reyða kortið í seinastu sekundunum av dystinum móti Tjaldri. Júst tað at Uni gjørdist leikandi og ikki bara venjari hevur annars verið ein av høvuðsorsøkunum til framgongdina hjá H71, ,men leygardagurin prógvaði í øllum førum, at alt ikki stendur og fellur við honum.
Fyrstu løtuna gekk tað kanska nóg so striltið, og fyri tað mesta vóru tað kollfirðingarnir, sum høvdu munin, men so raknaði H71 við. Seinastu løtuna undan steðginum vunnu teir við átta málum móti trimum, og so var grundarlagið lagt undir sigrinum.
Og tað var ongan tíð soleiðis, at sigurin kom í vanda seinna umfarið. Við at ansa Damir Oros væl, varð einasta veruliga skothóttanin hjá kollfirðingunum tikin úr spælinum, og sum minuttirnir gingu líktist tað alt meira einum trivaligum stórsigri.
Sum tað tó ofta hendir í slíkum førum, so settu hoyvíkingarnir tó ferðina niður móti dystarenda.Munurin var tó vorðin alt ov stórur til at nakar spenningur av nøkrum slag kom í aftur dystin, men um ikki annað, so fingu kollfirðingar soleiðis avmarkað tapið til tey seks málini, sum talan varð um.
Full ferð á
Við sigrinum ? tí fjórða í seks dystum í endaspælinum ? hava hoyvíkingarnir av álvara strítt seg inn í heiðursmerkjadystin. Ein støða, sum vildi verið óhugsandi, ta´farið varð inn í endaspælið.
Og tað kann væl verða, at hoyvíkingarnir fara at vinna seg enn longur upp. Góða gongdin í endaspælinum byrjaði við einum fullkomuliga óvæntaðum sigri á Neistanum, og seinni dysturin móti Neistanum er tann, sum er næstur á hoyvíkskalendaranum.
Kollfirðingar mistu hinvegin eitt fet í stríðnum um at koma inn í bronsudystin, og sum endaspælið hevur lagað seg, so er einki at taka seg aftur í, at kollfirðingarnir munnu iðra seg um mistu møguleikarnar. Hesa ferð var tó ikki so nógv at gera, men dysturin sýndi tó týðiliga, at kollfirðingarnir framvegis í ovurstóran mun dúva upp á skotstyrkina hjá Damir Oros. Liðið hevur tó fleiri aðrar leikarar við góðum hondbóltsevnum, men enn hava hesir so til góðar at sýna, at teir eisini eru førir fyri at taka ábyrgd á seg, tá rákið er ímóti.
Dysturin í tølum
KÍF-H71 23-29 (13-17)
Málskjúttar:
KÍF: Damir Oros 8(6), Petur Martin Poulsen 5, Mirko Milenkovic 4, Vagnur Johannesen 2, Regin Petersen 2, Finn Heri Johannesen 1, Gert Hansen 1
H71: Halgir Dahl Olesen 7(1), Niels Viggo Niclasen 5, Kristian Eli Zachariasen 5, Bárður Brimvík 4, Brandur Johansen 3, Johnny Durhuus 3, Annfinnur N. Debess 2
Brotskøst: KÍF 6, H71 1
Útvísingar: KÍF 2, H71 5
Dómarar úr Neistanum: Sámal Hansen & Kristian Johansen