Carrie Fisher, sum spældi Leia prinsessa í fýra Star Wars filmum, er deyð á sjúkrahús í Los Angeles.
Sjónleikarin fekk hjartatilburð umborð á einum flogfari ávegis úr London til Los Angeles. Hon fekk fyrstuhálp umborð á flogfarinum, sum helst bjargaði hennara lívi í fyrsta umfari, og hon varð koyrd á sjúkrahús.
Í fýra dagar hevur Carrie Fisher stríðst fyri lívinum, men í dag gekk ikki longur. Hon doyði 60 ára gomul. Hon kom ongantíð fyri seg aftur eftir hjartatilburðin.