Nú er stantum í Gundadali

Tað gongur akkurát upp seinastu tjúgu árini í hálvt hundrað grannauppgerðum í Gundadali

3-2 B36 sigurin á HB hósdagin var merkisverdur á tann hátt, at tølini nú vísa, at síðstu tjúgu árini – síðani B36 í 1997 vann fyrsta FM heitið í nýggjari tíð - hevur tað eydnast B36 at spæla upp við HB, sum annars plagdi so ruddiliga at vera omaná.

B36 heimasíðan fylgir væl við, og har verður staðfest, at síðani frá og við 1997 og fram til í dag hava grannarnir spælt hálvt hundrað grannauppgerðir í landskappingini, og tølini síggja soleiðis út:

Átjan sigrar í part, átjan tap í part og fjúrtan javnleikir og málmunurin er 75-75!