Nú er staðfest at víkingar búðu í Søltuvík

Kolevnis-14 kanningar hava nú staðfest at longu í 900 árunum búðu fólk í Søltuvík á Sandoy. Tað skrivar Fornminnissavnið á síni heimasíðu.

Tað eru ikki nógv ár síðani, at fyrstu ábendingarnar komu um forna búseting í Søltuvík á vestursíðuni á Sandoynni.

- Hetta var áhugavert, tí Søltuvík hevur ongantíð verið búpláss, tað vit hava vitað, uttan eitt heilt stutt tíðarskeið um 1830 tá eini húski settu búgv har, sigur Fornminnissavnið.

Men í 1978 funnu tey brot úr fitisteini undir bakkanum. Í bakkanum vóru sjónligar leivdir av bygningi, og hetta kundi bent á, at talan var um leivdir eftir fornari búseting. Seinni eru fólk av Fornminnissavninum eisini komin fram á aðrar gripir og fornleivdir kring um í lendinum,

Seinni komu tey fram á fornar bústaðaleivdir, ið eftir øllum at døma stava frá heldur stórum bygningi, eins og at gripir av ymiskum slagi vórðu funnir, eitt nú eitt brýnisbrot úr gliturfløgu og ein evalítil rennil úr royðu.

Kanningar hava síðani víst, at onkrar av hesum leivdum stava frá 900 talinum.

Helst hevur Søltuvík verðið brúkt til ávís endamál, eitt nú sum ergi, har fólk av Sandi hava ambætað kríatúrunum um summarið. Men ymiskt kundi eisini bent á, at royndir hava verið gjørdar at gagnnýtt mýrimálm við atliti at jarnvinnu og tað er ein spurningur, ið ofta hevur verið havdur á lofti, tá føroyska víkingasamfelagið hevur verið umrøtt.

- Í Søltuvík eru sostatt nógvir spurningar ósvaraðir. Nær aftur verður farið at gera kanningar í Søltuvík er enn óvist, sigur Fornminnissavnið.