Í oktober mánað í ár vórðu góðar 864,7 milliónir goldnar í lønum í Føroyum. Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá hagstovuni. Men uppgerðin vísir eisini, at tað eru 23 milliónir minni enn í oktober í fjør og niðurstøðan er, at nú er stígur komin í, tí hesi seinastu árini eru lønargjaldingarnar alsamt hækkaðar, men tað var longu um árskiftið, at vøksturin fór at hæsa av, og tað hevur hildið sær í alt ár.
Hagstovan sigur, at tað er bæði hjá kvinnum og monnum, at stígur er komin í, men framvegis er støðan tann, at menninir tjena góðar 200 milliónir meiri enn kvinnurnar um mánaðin. Í oktober í ár, tjentu menninir 533,8 milliónir og kvinnurnar tjentu 330,9 milliónir
Somuleiðis vísir gongdin, at lønargjaldingarnar í bólkunum, sum eitur almenna tænastur og privatar tænastur, eru kvinkaðar upp eftur, er vøksturin heilt steðgaður upp í bílkunum, sum eita byggivinna, fiskivinna og fiskatilvirking.
Tænastuveitingarnar eru samstundis tann størsti vinnubolkurin, sum stendur fyri 543 milliónum í lønargjaldingum í oktober, ella væl meiri enn helvtini.











