Nú er stígur av álvara komin í

Men tað eru alsamt fleiri kvinnur, sum eru til arbeiðis í Føroyum

Í mars mánað vóru 27.400 fólk til arbeiðis í Føroyum. Tað eru 520 løntakarar fleiri enn fyri einum ári síðani og sostatt er talið á løntakarum vaksið 1,9 prosent.    

Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovunu og uppgerðin vísir eisini, at hóast talið á løntakarum alsamt veksur, veksur talið munandi minni, enn tað hevur gjørt. Og hesar seinastu mánaðirnar er vøksturin at kalla stegaður upp.

Í mars vóru um 14.100 menn til arbeiðis kring landið, og tað eru 140 fleiri enn fyri einum ári síðani. Kvinnurnar, sum vóru til arbeiðis vóru einar 13.300 í tali og tað eru 380 fleiri enn í fjør.

Gongdin er tann, at meðan talið á monnum, sum eru til arbeiðis, ikki veksur longur, eru tað alsamt fleiri kvinnur, sum eru á arbeiðsmarknaðinum, og sostatt er munurin ímillum kynini, minkaður.

Í bólkinum, sum eitur almennar tænastu og aðrar tænastur vaks talið á løntakarum trý prosent, og tey, sum arbeiðai hesum vinnunum, eru nú gott 10.000 fólk í tali. í bólkinum, sum eitur fiskivinnu og onnur tilfeingisvinna, vaks lønartakaratalið 3,6 prosent.

Hinvegin veksur løntakaratalið í privatu tænastuvinnunum lítið og einki, tvørtur ímóti er gongdin tann, at talið á løntakarum í hesum vinnunum er heldur farið at minka. Har arbeiða stívliga 8.700 fólk, sum nú er.

Tað merkir eisini, at tænastuvinnurnar eru nógv størstu vinnugreinar í landinum og hesar báðar vinnugreinarnar eru meiri enn tvær ferðir so stórar sum fiskivinnan og byggivinnan.

Í bólkinum, sum eitur byggivinna er løntakaratalið eisini farið at minka eftir at hava verið støðugt vaksandi síðani 2014 og hetta seinasta árið er tað minka 1,3 prosent og har arbeiða nú sløk 4.400 fólk og í fiskivinnuni arbeiða 4.200 fólk.