Nú er spenningur í oddinum

Við ólavsøkusigri ímóti B36 er Víkingur bert eitt stig aftanfyri KÍ á fremsta plássi.

Triði og síðsti ólavsøkudysturin varð spældur í dag, tá ið B36 og Víkingur hittust í Gundadali fyri løtu síðani.

 

Undan dystinum var B36 nummar fimm við 29 stigum, meðan Víkingur var nummar trý við 34 stigum.

 

Í fyrra hálvleiki var B36 greitt tað betra liðið, og hvíta høvuðsstaðarfelagið skapti eitt hav av málmøguleikum. Men annaðhvørt megnaði B36 ikki at raka málið, ella bjargaði Geza Turi, tá ið tað gjørdist neyðugt.

 

Víkingur megnaði at ríða stormin av í fyrra hálvleiki, og síðani setti Víkingur trumf á í seinna hálvleiki. Við málum frá Filip Djordjevic og sjálvmáli frá B36 eydnaðist tað Víkingi at vinna 2-0, hóast B36 var liðið, sum hevði væl fleiri møguleikar í dagsins dysti.

 

Úrslitið merkir, at Víkingur nú er nummar tvey við 37 stigum. Bert eitt stig er upp til oddaliðið, KÍ, men tó hava klaksvíkingarnir spælt ein dyst færri.

 

B36 er framvegis nummar fimm við 29 stigum.