Nú er hetta spøkilsið slept út í almenna rúmið, og tað er nokk til, at eg sigi nei! Tað staðfestur Helena Dam á Neystabø, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin.
Bæði hon, og aðrir býráðslimir, eru óvfarin av, at orðið »ognarskattur« er nevnd í einum máli, sum er til viðgerðar í Tórshavnar býráði.
Hóskvøldið viðgjørdi Tórshavnar Býráð eitt uppskot um at fáa heimild til at áseta bústaðarskyldu í ávísum býlingum í Tórshavnar kommunu. Í málslýsingini stendur at »Bústaðarskyldan er ein háttur at basa trupulleikanum við at fleiri hús standa tóm, men eisini kann ljós varpast á møguleikan, at áseta ein form fyri ognarskatt á hús nr. 2 hjá fólki.«
Annika Olsen, borgarstjóri, vardi seg við, at tað er bara í teirri fakligu lýsingini hjá umsitingini av málinum, at ognarskattur er nevndur. Hon sigur, at tað er skilnaður ímillum tað fakligu umsitingina og tær politisku avgerðirnar.
– Vit blanda okkum ikki upp í, hvat tann fakliga umsitingin mælir til, men ognarskattur er ikki við í teimum politisku tilmælunum til býráðið og tað verður heldur ikki framt, sigur hon.
Hetta er rættiliga fallið býráðslimum úr minnilutanum fyri bróstið og tey trúðu heldur ikki rættiliga frágreiðingini hjá borgarstjóranum.
Helena Dam á Neystabø, gjørdi greitt, at bara tað, at hetta spøkilsið um ognarskatt, er slept úr skápinum, er nóg góð grund til at hon atkvøðir ímóti uppskotinum um bústaðarskyldu.
– Nú orðið ognarskattur er slept leyst í almenna rúminum, eiga vit at steðga á, heldur Helena Dam á Neysabø.
– Hetta stendur í málslýsingini og tað bendir á, at hetta er ein spurningur, tey umhugsa, ella vilja hava orðaskifti um, heldur Tróndur Sigurðsson, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin. Eisini Halla Samuelsen, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, staðfestur, at orðið ognarskattur, er nevnt í málslýsingini.
Annfinn Brekkstein, býráðslimur fyri Sambandsflokkin vísir á, at ognarskattur er ein partur av málslýsingini. Hann er sannførdur um at ognarskattur er eitt mál, sum fer at verða drigið fram sum heild, men hann heldur, at tað fer at skunda undir ta tilgongdina, at tað nú eisini verður tikið upp á tungu í býráðnum.










