Nú er soðið tunt

Teir skriva óført, samgongumenninir. Tað tykist, sum teir vænta val í næstum, og tí skriva teir fyri at sleppa at síggja sítt egna høvd, tá teir lata bløðini upp.

Onkur hevur helst sagt teimum, at hetta er góð reklama. At seta høvdið í blaðið. ? ?Men innihaldið er lítið gevandi. Nú um dagarnar hevur hin ídni greinaskrivarin Bjørn Kalsø eina grein, sum hann kallar “Vinnunevndarformaður leyp frá egnum áliti”. Eftir at hava lisið greinina, spurdi eg meg sjálvan, hvør boðskapurin í greinini var. Men eg fann onki svar. Tí má eg venda mær til Bjørn, sum so fær enn ein møguleika at seta sítt høvd í blaðið. Hvør er boðskapurin?? ?Fyri mær at síggja snýr greinin seg bara um vanliga almenna vitan. At vinnunevndarformaðurin leyp frá sínum áliti um fiskidagarnar, vita øll, sum bara fylgja eitt lítið sindur við. At samgongan fyrst var samd um eitt álit, fyri síðani at vera ósamd, er heldur ikki nakað nýtt; tað eru vit so von við. At formaðurin í mentanarnevndini var við í einum broytingaruppskoti, vita øll. At ilt er at meta um samstarvsevnini frameftir, sigur okkum bara, at Bjørn ikki dugir serliga væl at leggja 2 og 2 saman. Tí samstarvsevnini eru null, tað prógva farnu 6 árini. Sanniliga er soðið tunt í samgongusuppuni.? ?Góði Bjørn! Tú hevur nú sitið í samgongu síðani 2004. Hesa tíðina hevur samfelagið verið fyri slíkari vanstýring, sum neyvan er sæð áður. Tit tóku ræðið av eini samgongu, sum var farin undir at tillaga føroyska samfelagið til minkaðu inntøkurnar. Men tit hava ikki brúkt tykkara ræði til bøta um samfelagsbúskapin. Heldur hava tit brúkt tíðina til at klandrast, og ongin hevur talið á teimum politisku ósemjum, sum hesi árini hava eyðkent føroyskan politikk. Og tey skilagóðu uppskot, sum komin eru úr andstøðuni, hava tit brúkt alla orku til at afturvísa. Tú vart sjálvur formaður í vinnunevndini, tá uppskot Miðfloksins um at stuðla innflutningi av triðjalandstoski til virkingar á føroyskum flakavirkjum var til viðgerðar á Løgtingi. Nógv orka í vinnunevndini varð nýtt til at finna undanførslur, so sleppast kundi undan at taka undir við uppskotinum, hóast bæði vinna og arbeiðarafeløg tóku væl ímóti tí.? ?Mítt uppskot er, at tit leggja frá tykkum beinanvegin, so nýggjar kreftir sleppa framat. Landi okkara tørvar eina stjórn. Tað krevur góðan sjómansskap at sigla við stórum skipi í illveðri. Enn betri sjómansskapur krevst at stýra lítlari skútu gjøgnum illveðrið. Tí er hvør dagur uttan eina veruliga stjórn, ein dagur longur á vandaleið.?