Nú er skjalið undirskrivað

Theresa May, forsætismálaráðharri í Bretlandi, hevur nu undirskrivað brævið til ES, ið formliga setur gongd á mannagongdina, ið endar við, at Bretland fer úr ES.

 

Andstøðuleiðarin, Jeremy Corbyn úr Labour, hevur sagt, at hann stuðar stjórnini í at virða fólkaatkvøðuna seinasta summar, meðan Liberalu Demokratarnir er atfinningarsamir, at bretska stjórnin soleiðis setir framtíð landsins í váða.

 

Hvussu fer at verða og ikki, so eru tað tvey ár frá nú av, inntil Bretland skal verða farið úr ES og tað eru nógv økir, ið skulu fáast uppá pláss.

 

Millum annað handilsavtalur, rættindini hjá ES borgarum í Bretlandi, trygdarspurningar og rættarspurningar, nú Bretland fer úr European Court of Justice.

 

Smálutirnir, ið standa í lógini um at fara úr ES, eru ikki almennir enn, men verða tað væntandi í morgin.