Sigmund Trondheim, sum hevur føroysk ættarbond, hevur verið profilur í donsku X Factor kappingini í ár. Hansara sannførandi framførslur hava gjørt, at hann hevur trygga kós í finaluna í kappingini, og at hann nú er annar favoritturin at vinna.
Í gjárkvøldið sang Sigmund gamla Gnags-sangin »Danmark«, og hann streyk víðari í kappingini. Nú eru fýra luttakarar eftir, og eftir eina kapping afturat er klárt til finaluna í X Factor, sum DR í ár sendir fyri seinastu ferð.
Eingin ivi tykist vera um, at Sigmund Trondheim verður ein av luttakarunum í finaluni, og hann hevur sambært veddingarfyritøkuni Danske Spil styrkt sína støðu, tí nú er hann saman við bólkinum Place On Earth favorittur at vinna kappingina.










