Nú er ósemjan av

Ósemjan um bygnaðarbroytingarnar á Landsverkfrøðistovninum og Strandfaraskipum Landsins er av, siga tey trý fakfeløgini, sum arbeitt hava við málinum

Ósemjan, ið hevur verið um ætlaðu bygnaðarbroytingarnar á Landsverkfrøðinginum (LV) og Strandafaraskip Landsins(SL) er av.

Á fundi í gjár millum tey trý fakfeløgini, ið umboða starvsfólkini á LV, virkandi løgmann, Høgna Hoydal og virkandi løgmansstjóra, Herluf Sigvaldsson, varð útgreinað tann semja, sum feløgini gjørdu við løgmann, Anfinn Kallsberg 7. januar, verður sagt í tíðindaskrivi frá Starvsmannafelagnum, Verkfrøðingafelag Føroya og Føroya Byggifrøðingafelag.

Víðari verður sagt, at tað er av stórum týdningi, at ongar bygnarbroytingar kunnu setast í verk, uttan at starvsfólkini verða kunnað og fáa høvi at vera við í tilrættaleggingini - sum staðfest í sáttmálanum. Eisini hevur tað stóran týdning fyri feløgini, at Løgmansskrivstovan nú fer undir at gera ein greiðan leist fyri mannagongdirnar í samband við bygnaðarbroytingar, soleiðis at tann ótrygga støða sum hevur valdað í hesum máli ikki endurtekur seg, siga feløgini.