Nú er Sølmundur á FM kós

Aftur í kvøld eydnaðist tað kvinnunum av Glyvrum at vinna á teimum úr Fuglafirði

Nú er tað Sølmundur hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ, sum er fremst í FM kappingini millum 6-mannaførini við kvinnum. Rádni úr Fuglafirði vann á norðoyastevnu. Sølmundur vann á jóansøku, og aftur í kvøld var tað Sølmundur, sum vann. Harvið hevur Sølmundur 20 stig, meðan Rádni hevur 19 stig.

 

Sølmunudur tók ein hálvan skut ella so í fyrstu tøkunum, og soleiðis var støðan ein fittan tein. Tað kendist sum um, at tað gekk ógvuliga javnt á, men Sølmundur vann ein tumma ella so í hvørjum taki.

Í endaspurtinum tóktist Rádni hava hug at bjóða av, men tað eydnaðist ikki. Sølmundur svaraði aftur í stórum stíli, og tá ið bátarnir fóru um málið var ein bátslongd ella so millum tveir teir fremstu.

 

1 Sølmundur 05.12.28

2 Rádni 05.14.45

3 Páll Fangi 05.22.46

4 Hósvíkingur

 

FM støðan

1 Sølmundur 20

2 Rádni 19

3 Páll Fangi 14