Nú er Rufus Gifford valevni

Fyrrverandi amerikanski sendimaðurin í Danmark, Rufus Gifford, stillar upp til amerikansku Kongressina. Tað boðar hann frá í einum nýggjum video. Tað skrivar Ritzau tíðindastovan.


Tað er kongresssessurin í triðja fylkinum í statinum Massachusetts, ið fyrrverandi sendiharrin hevur valt sum fyrsta stig í politisku yrkisleiðini.


- Sum nógv av tykkum, so vaknaði eg skelkaður og hjartabrotin fyri einum ári síðan, tá Donald Trump bleiv valdur, sigur Rufus Gifford í videofilminum.


- Sum ein, ið hevur arbeitt fyri Barack Obama í tíggju ár, er tað ein ræðandi tanki, at søguliga eftirmæli innan heilsuverk, veðurlag og javnstøðu er høtt.


- So eg visti, at stundin var komin at gerast partur av stríðnum. Tí boði eg frá, at eg stilli upp til kongresssessin í triðja fylkinum í Massachusetts.


Rufus Gifford var amerikanskur sendiharri í Danmark frá 2013 til 2017, og hevur vitjað í Føroyum fleiri ferðir. Í Føroyum hevur hann millum annað luttikið í Pride skrúðgonguni.