Nú er Ressi farin

Mourentius Rensistein var kokkur á sjónum stóran part av lívinum

Mourentius Rensistein er deyður 91 ára gamal. 

Mourentius Rensistein – ella Ressi, sum hann var kallaður – var ein býarmynd í Klaksvík, og hann var kendur millum sjófólk. Ressi virkaði stóran av lívinum sum kokkur á sjónum – í nógv ár við bátum hjá Seglhúsinum – og nógvir mans hava gjøgnum árini siglt saman við Ressa. 

Ressi var ættaður úr Hattarvík, har hann eisini vaks upp. Hann var nummar trý av sjey systkjum. Upprunaliga eftirnavnið var Gullaksen, men hann fekk sær Rensistein sum eftirnavn.

Ressi giftist í búnum aldri í 1962 við Vithalu Anthoniussen av Morkranesi. Tey búðu í Víkunum í Klaksvík, og Thala, sum hon var nevnd, hevði í nógv ár kiosk. 

Serliga seinnu árini var Ressi ofta at síggja sitandi á beinkinum niðast við Víkabrekkuna, har fólk savnaðust um hann, tí hann var prátingarsamur og góður forteljari.