Nú er Rahele tikin av døgum

Hóast mótmæli varð tann 27 ára gamla Rahele Zamani hongd í einum fongsli í Iran í gjár

Rahele Zamani varð dømd til deyða herfyri, tí hon hevði beint fyri manni sínum. Í rættinum greiddu hon og verjin frá, hvussu illa maðurin var farin við henni, men tað ávirkaði ikki dómararnar.

 

Dómararnir lótu seg heldur ikki ávirka av, at Rahele Zamani átti tvey børn, eina fimm ára gamla gentu og ein trý ára gamlan drong. Í rættinum bað hon grátandi dómararnar loyva sær at vera saman við børnunum. Hon fekk 14 dagar.

 

Í gjár endaði hon í gálganum, og sambært mannarættindafelagsskapinum Human Rights Watch skuldu níggju onnur heingjast í Iran í gjár. Amnesty International sigur, at iransku myndugleikarnir avrættaðu 297 fólk í fjør.

 

Málið um Rahele Zamani vakti ans víða. Norska stjórnin mótmælti deyðadóminum.

 

-Tað er ræðuligt, at tey bæði børnini skulu veksa upp faðir- og móðirleys, sigur Raymond Johansen, sum er stjóri í norska uttaníkisráðnum, við Aftenposten. Hann leggur afturat, at Noreg fer at endurtaka sítt mótmæli, nú deyðadómurin er framdur í verki.