Hetta er akkurát rætta løtan at stovna P/F Suðuroyartunnilin.
Tað heldur Dennis Holm, borgarstjóri í Vági. Og hann heldur eisini, at 10 milliónir skulu setast í felagið næsta ár.
– Tað hevur lítla og onga ávirkan á fíggjarlógina fyri næsta ár, at 10 millónir krónir verða settar í partapeningi í PF Suðuroyartunnilin, heldur hann.
– Avlopið á fíggjarlógini verður framhaldandi stórt, og landsstýrið og Løgtingið kunnu átaka sær leiklutin at raðfesta fram í tíðina og tryggja, so at seinasta stóra økið, Suðuroyggin, verður knýtt uppí restina av landinum, heldur Dennis Holm.
– Ikki fyrr enn tað ber til at búgva í Suðuroynni og dagliga ferðast aftur og fram til góðu størvini í meginøkinum, verður Suðuroy ein møguleiki, tá ið okkara ungu skulu gera av, hvar tey skulu seta búgv, heldur hann
Hann vísir á, at gongst sum ætlað, verður Sandoyartunnilin liðugur í 2022 og hann sigur, at tá mugu maskinurnar sjálvandi halda fram at bora Suðuroyartunnilin.
Hann skilir, at summi tingfólk ressast við, tá ið ein íløga upp á eina tríggjar milliardir krónur verður havd á lofti.
Les eisini: Nú mugu vit slappa av eina løtu
– Men tora vit at hugsa um íløguna og hvørjar ávirkan hon fær at fáa á bæði Suðuroynna og føroyska samfelagið í síni heild, er onki at ivast í, at talan er um eina skilagóða og ikki minst eina neyðuga íløgu, heldur borgarstjórin í Vági.
Hann sigur, at umframt at leggja til síðis í búskapargrunn, og gjalda skuld, ber eisini væl til at seta pengar í PF Suðuroyartunnlin, sum skal í gongd við stóra arbeiðið í 2022 – og tá skulu allar fyrireikingarnar sjálvsagt vera lidnar.
Trýst HER og les meiri um, hvørjar tankar borgarstjórin í Vági hevur gjørt sær um Suðuroyartunnilin.