Nú er rætta løtan at einkilja Posta. Tað staðfesta leiðslan og nevndin í felagnum, nú roknskapurin fyri í fjør er gjørdur upp.
Úrslitið vísir, at felagið nú hevur havt avlop í fimm ár upp í slag eftir fleiri ár við halli. Í 2017 vaks sølan seks prosent og tilsamans var sølan 102,3 milliónir krónur.
Tey siga, at hóast alsamt færri brøv v erða send, veksur virksemið á øðrum økjum, eitt nú avgreiðir Posta alsamt fleiri pakkar til fólk, ið keypa á internetinum. Samstundis verður alsamt meiri farmur at føra. Í fjør fór Posta í samstarv við Atlantic Airways, SAS og Bakkafrost at flúgva laks av landinum og tað hevur eisini økt um virksemi.
Í fjør var úrslitið áðrenn avskrivingar 12,4 milliónir krónur og tað eru 12,2 prosent av søluni. Fyri skatt var úrslitið 4,2 milliónir og tilsamans eru 115 fulltíðarstørv á Posta.
Posta gjørdi stórar íløgur í 2017, serliga var tað dýrt at umvæla og gera ábøtur á høvuðssætið á Óðinshædd, tí tað arbeiðið kostaði 50 milliónir krónur.
Seinastu árini hevur Posta selt teir flestu bygningarnar, men bygningarnir á Óðinshædd og á Tvøroyri eru enn ogn hjá Posta. Í Klaksvík og Runavík leigar Posta part av bygningunum aftur.
Eftir úrslitunum seinastu árini, og eftir framtíðarvánunum, verður hildið hetta er rætta løtan at einskilja felagið, sigur leiðslan og nevndin í Posta.