Góða gamla Posthúsið, sum síðani 1966 hevur hýst Posta – og Postverki Føroya einaferð í snotiliga bygninginum, sum Palli Gregoriussen, arkitektur teknaði, skal sum kunnugt umbyggjast og útbyggjast til eitt spennandi mentanarhús.
Í sjálvari postútberingini í øllum Posta starvaðust fyri 20 árum síðan eini 350 fólk. Nú liggur talið um 65. So postflutningurin, bæði brøv og pakkar, er nógv broytur, sum árini hava gingið.
Fyrr hevði posthúsið í Klaksvík um 400 postklivar til fólk og virki, ið sjálvi ynskja at heinta sín post. Nú er bert brúk fyri í mesta lagi 150 klivum.
##med2##
So gongdin hjá Posta hevur verið at minka um hølir og skipanir, so sum eftirspurningurin hevur verið fallandi seinnu árini.
##med3##
Tí eru hølini í niðastu hædd sambært tí eftirspurningi, sum nú er, rættiliga væl egnaði til okkara tørv – og ikki minst er adressan rættiliga góð – í Miðbýnum, siga Janus Rasmussen, útberingarleiðari hjá Posta og Signhild V. Johannesen, dagligur leiðari á Posta í Klaksvík.
##med4##
Inngongdin í sunnara enda er til fólk við vanligum ørindum og avgreiðslu til Posta, meðan norðurendin er til inn- og útskipan av posti og pakkum til og frá Posta. Í norðurendanum eru eisini postklivarnir til viðskiftafólk.
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##