Nú er Platini uppstillaður

Michel Platini hevur seinasta árið framt eitt miðvíst lobby-arbeiði í royndunum at gerast næsti forsetin hjá UEFA. Eitt lobby-arbeiði, sum eisini innibar eina Føroya-vitjan fyri ikki so langari tíð síðani.
Og nú er so alment boðað frá, at Platini fer at bjóða svenska Lennart Johanson av, tá UEFA um ikki so langa tíð fer at hava aðalfund.
Sjálvur hevur 76 ára gamli Johanson sagt, at hann er sinnaður at taka eitt tørn afturat, soleiðis at hann verður 81 ára gamal, tá hansara skeið er runnið, og tí bendir alt á, at talan verður um stríðsval.
Eisini týski Franz Beckenbauer hevur sýnt áhuga fyri sessinum, men nú talan longu er um tveir kandidatar, hevur hann sagt, at eingin orsøk er hjá sær at stilla upp.