Norska ríkmanskonan, Anne-Elisabeth Hagen, hevur nú verið burtur í meira enn fýra mánaðir. Hon hvarv úr bústaðnum hjá henni og manninum, ríkmanninum, Tom Hagen, hin 31. oktober í fjør, og síðan hevur einki verið at hoyrt ella sæð til hana.
Eingin veit, hvat er hent henni, ei heldur, hvussu hon er farin úr bústaðnum. Tá maðurin kom aftur úr arbeiði henda 31. oktober um 13.30-tíðina var konan horvin. Í heiminum fann hann eitt bræv, har kravt varð loysigjald fyri konuna á níggju miljónir evrur.
Í brævinum var eisini ein hóttan um, at um løgreglan varð drigin upp í málið, kundi tað kostað Anne-Elisabeth Hagen lívið. Hóast hesa hóttan, vendi Tom Hagen sær hálvan tíma seinni til løgregluna við málinum. Tá fortaldi hann eisini, at "sleipispor" vóru úr baðirúminum.
Fyrstu 10 vikurnar kunnaði løgreglan ikki almenningin um málið, tí stúrt varð fyri hóttanini hjá hugsandi ránarum. Kortini fór løgreglan beinanvegin undir kanningar. Lítið samskifti hevur verið við "mótpartin" og samskifti, sum verið hevur, hevur verið trupult, tí talan er um pallar, róptir kryptovaluta.
Í gjár og í dag hevur nógv verið frammi í norskum miðlum um málið. Her hevur verið tíðindafundur, og í morgun var eitt nú kanningarleiðarin, Tommy Brøske, í beinleiðis sending. Løgreglan roynir ivaleyst við hesum at seta seg í samband við hugsandi "mótpartin".
Hetta hevur verið eitt ógvuliga trupult mál fyri løgregluna - ikki minst við hóttanunum um hennara lív og heilsu í huga. Nú tíðindafundur var í gjár, og familjan sjálvsagt hevði vónað at frætt okkurt frá hugsandi ránarunum, noyðist Tommy Brøske at ásanna, at eingin hevur frætt nakað.
- Vit hava einki frætt síðan tíðindafundin í gjár. Tað er órógvandi, at tað nú er vorðið púrasta kvirt um Anne-Elisabeth Hagen, sigur kanningarleiðarin, Tommy Brøske. Hann vísir á, at um lívsváttan kortini skuldi komið, verður tað í fyrsta lagi eitt mál, sum løgreglan tekur upp við advokatin og familjuni hjá Anne-Elisabeth Hagen.