Í morgun kom Oknin aftur úr Peterhead í Skotlandi, har skipið er sandblást, metaliserað og málað. Oknin var reyð, tá hon varð keypt úr Noregi, men nú er hon svørt, sum eisini var liturin á gomlu Oknini.
- Hóast skipið er frá 1978, er Oknin í sera góðum standi. Teir á skipasmiðjuni í Peterhead søgdu, at stálið í skipinum er betri enn á nógvum 15 ára gomlum skipum, sigur reiðarin, Bentze Thomsen.
Sjómanstrúboðarin, Torleif Johannesen, hevur hitt reiðaran, sum eisini veit at siga, at maskinverkstaðurin Mekanik í Runavík nú skal seta garnaútgerðina umborð aftur.
- Útgerðin varð tikin úr skipinum, áðrenn tað fór til sandblásingar og metaliseringar í Skotlandi, og tá útgerðin er komin umborð aftur, fer Oknin aftur á svartkalvaveiði við gørnum, sigur reiðarin.